StÍF og Jesper Bak hava nú gjørt avtalu um samstarv hetta kappingarárárið. Hann fer til verka beinanvegin.
Jesper er nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF. Hann verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaliðunum. Mads Lindkvist heldur fram sum hjálparvenjari hjá mansliðnum.
Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Jesper er at menna og kveikja verandi og nýggjar venjarar.
Jesper er 38 ára gamal og er úr Danmark. Hann hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum. Hann var venjari hjá børnum og vaksnum í 11 ár í felagnum Ajax København. Jesper hevur síðan 2022 til fyri stuttari tíð síðan verið høvuðsvenjari hjá mansliðnum og dreingjaliðunum hjá VÍF.
Um nýggja samstarvið við StÍF sigur Jesper:
“Eg gleði meg at byrja sum venjari í StÍF. Tað eru rættiliga stórir møguleikar og tilfeingi í felganum, og eg gleði meg at vera við til at gera møguleikar til veruleika og at vera við í menningini, sum er í felagnum. Hjá mansliðnum ræður nú um, eftir turbulenta byrjan, at skapa ró um liðið, og at finna trúnna á, at tingini kunnu eydnast. So skulu vit nokk venda skútuni.”
StÍF fegnast um hetta nýggja samstarvið við Jesper og bjóðar honum hjartaliga vælkomnum í felagið.
Myndatekstur: Jesper Bak (t.v.), nýggjur høvuðsvenjari, og Egi Gothard Danielsen (t.h.), formaður í StÍF.
StÍF
Seinastu tíðindi
Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…
Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…
Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…
Stuðulsrenning og tilmeldingardagur
Aftur í ár skipar Stíf fyri stuðulsrenning, sum verður hósdagin 5…