Sunnudagin 29. september skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla undankappingardyst til EURO2020 móti heimsstjørnunum úr Rumenia. Dysturin verður í høllini á Hálsi kl. 17.00. Kostnaðurin fyri vaksin er kr. 100,- og fyri børn í skúlaaldri kr. 30,-. Ókeypis fyri børn undir skúlaaldri.
Rumenia gjørdist nr. 4 til EURO2018, so hetta verður ikki nøkur løtt uppgáva. Føroyska liðið hevur tí brúk fyri øllum tí stuðli, sum vit kunnu veita teimum, og samstundis vita vit, at føroysku kvinnurnar óttaleysar fara at geva alt tær eru mentar.
Føroyar framá!
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…