Týsdagin 24. septembur skipaðu vit fyri stuðulsrenning við Bygdahúsið á Strondum.
Hóast veðrið ikki var av tí allarbesta, runnu nógvu rennararnir ótroyttiliga tann ásetta hálva tíman.
Høvuðsendamálið við stuðulsrenning er eyðsæð at savna pening inn til felagið. At reka eitt felag sum okkara kostar, og tískil eru vit sera takksom fyri, at tit stuðla okkum, tá vit skipa fyri slíkum tiltøkum.
Eins og vit boðaðu frá undan stuðulsrenningini, vórðu virðislønir latnar. Ein fyri at renna longsta teinin og hin fyri at savna flest pengar.
Sólja Ernstdóttir rann longst, meðan Bjørk Mariusardóttir savnaði flest pengar.
Seinastu tíðindi

Á hondbóltsstevnu í Viborg við 53 luttakarum
Nú freistin at tekna seg til hondbóltskappingina í Viborg komandi…

Venjing hjá ungu stjørnuskotunum
Myndatólið var frammi, tá ungu stjørnuskotini hjá StÍF vandu herf…

StÍF bjóðar morgunvenjing
Stíf bjóðar morgunvenjing í ár. Venjingin er fyri árgangirnar U1…

Stuðulsrenning: Takk fyri stuðulin
Týsdagin 24. septembur skipaðu vit fyri stuðulsrenning við Bygdah…