Aftur

Á hondbóltsstevnu í Viborg við 53 luttakarum

20 nov 2019

Nú freistin at tekna seg til hondbóltskappingina í Viborg komandi summar er farin, eru vit sera fegin um at fortelja tykkum, at 53 leikarar koma við.

Generation Handball í Viborg (GH-Viborg) er ein stuttlig og mennandi hondbóltskapping. Men GH-Viborg er so nógv meir enn bara ein hondbóltskapping, og verður GH-Viborg tí eisini kallað fyri ein festival, ið byggir á trý virði : FUN, FIGHT og FRIENDSHIP.

Møguleiki verður eisini at kappast í strandarhondbólti (beach handball), og hava vit eisini atgongd til dystirnar hjá teimum eldru liðunum. Í 2018 vóru 185 ungdómslið, 23 vaksnamannalið (seniorhold) og 53 dómarar frá 20 ymiskum londum við í kappingini.

StÍF fegnast um, at vit kunnu fara avstað sum ein sterk eind, og á henda hátt vera við til at styrkja samanhaldið í felagnum.

Vit fara í næstum at arbeiða við at savna ferðalagið, soleiðis at foreldur, ið ynskja at koma við, eisini fáa ein góðan bústað.

Skrivað: Steinar A. Prestá

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…