Aftur

Stuðulsrenning 10. septembur

30 aug 2020

Hósdagin 10. septembur 2020 kl. 17.30 skipar StÍF fyri stuðulsrenning við bygdahúsið á Strondum. 

Vit renna so nógv, sum vit orka í 30 minuttir. 

Til ber at stuðla uppá tveir mátar: Antin oyru fyri meturin ella fasta stuðulsupphædd. Virðislønir verða latnar. 

Dømi: Gevari játtar at gjalda 2 oyru fyri meturin, og rennarin rennur 6000 m. Harvið verður upphæddin 6000*0,02 kr. = 120,00 kr. Tey flestu renna vanliga 5000-6000 metrar.

Stuðulsskjøl verða býtt út í skúlunum í nærøkinum. Somuleiðis kann stuðulsskjalið heintast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Øll eru hjartaliga vælkomin at renna og at stuðla StÍF.

Stuðulsskjal

Skrivað: Steinar A. Prestá

Seinastu tíðindi

15. nov 2020

Menn og kvinnur kempaðu í høllini í dag

Í einum sera tøttum dysti í høllini á Skála í dag vunnu okkara me…

14. nov 2020

StÍf-Kyndil 15. nov. - kvinnur og menn

Bestu liðini hjá StÍF spæla ímóti Kyndli í Høllini á Skála sunnud…

02. nov 2020

StÍF-Neistin 4. november - stroyming og skráseting

Besta kvinnuliðið hjá StÍF spælir ímóti Neistanum mikukvøldið 4.…

23. okt 2020

StÍF fer at stroyma heimadystir

StÍF fer at stroyma heimadystirnar hjá besta mansliðnum og kvinnu…