Myndarøð




Hósdagin 10. september skipaði StÍF fyri stuðulsrenning við Bygdahúsið á Strondum.
Veðrið var ikki besta, vindur og regn, men nógv runnu ótroyttiliga tann ásetta hálva tíman. Bæði børn og vaksin.
Høvuðsendamálið við stuðulsrenning er at savna pening inn til felagið. At reka eitt felag sum okkara kostar. Vit eru sera takksom fyri, at tit stuðla okkum, tá vit skipa fyri slíkum tiltøkum. Hvør króna ger mun.
Eins og vit boðaðu frá undan stuðulsrenningini, vórðu virðislønir latnar. Ein fyri at renna longsta teinin og hin fyri at savna flestar pengar.
Ervin Rasmussen rann longst. Karina Berg Høgnesen savnaði flestar pengar. Tey fingu eina gávu í part fyri at vera ídnast at renna og samla inn.
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…