Aftur

Tillukku StÍF!

11 okt 2020

Myndarøð

Tillukku StÍF!

 

Í dag fyllir felagið 78 ár. Hin 11. oktober 1942 hevði Stranda ítróttarfelag stovnandi aðalfund í dansistovuni á Strondum.

StÍF er í dag eitt stórt felag, sum er í menning og dregur fleiri og fleiri børn og ung til sín.

Í gomlu viðtøkum felagsins stendur um endamál felagsins:

Endamál felagsins er at íðka hondbólt og annan ítrótt. Felagið skal fremja góðan felagsskap limanna millum og virka fyri góðum felagsanda. Serliga skal felagið virka fyri at siðmenna ungdómin og menna hann ítróttarliga.

Øll árini hevur felagið í sínum virksemi bygt á hesa endamálslýsing. Tey seinastu mongu árini er tað hondbólturin, sum felagið hevur arbeitt við.

StÍF hevur eina stolta hondbóltssøgu og arv. Tað eru eldsálir og stuðlar, sum øll árini hava drivið felagið og ment tað til eitt í dag stórt, fjølbroytt og vaksandi felag.

Vit í nevndini takka hjartaliga tykkum øllum, sum gjøgnum árini hava givið sítt íkast til felagið. Og hjartans tøkk til tykkum, sum ídag hjálpa til á so nógvum økjum, bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin.  

Um 4 mánaðir letur eysturoyartunnilin upp! Ein samferðslukollvelting stendur fyri durum. Hetta er sera spennandi fyri okkum í StÍF og okkum sum búgva á Skálafjørðinum. Eri vísur í, at hetta fer at hava ávirkan á felagið. Hvør ávirkanin verður, kann eingin siga við vissu. Vit eiga ikki at síggja tunnilin sum eina hóttan fyri felagið, nei, vit eiga at síggja møguleikar.

Tað er sera  týdningarmikið, at vit framhaldandi standa saman um StÍF. Menning, trivnaður og úrslit koma ikki av sær sjálvum. Tað krevur samanhald, trúfastar stuðlar og málrættað og dygdargott arbeiði á øllum aldursstigum.

Koyr á StÍF!

 

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF

Skrivað: Noomi K. Rasmussen

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…