StÍF hevur sett Levi Tróndarson Nybo sum hjálparvenjara hjá besta mansliðnum hjá felagnum fyri hetta kappingarárið.
Levi skal hjálpa til við venjingum og dystum hjá besta liðnum í tøttum samráði og samstarvi við høvuðsvenjaran Borce Markovski. Hann skal stuðla og ráðgeva høvuðsvenjaranum og leikarunum.
Levi hevur drúgvur hondbóltsroyndir, bæði sum leikari í bestu deild og sum málsmansvenjari.
Levi hevur seinastu 8 árini verið verið partur av besta mansliðnum hjá StÍF sum leikari og málmansvenjari.
Hann spældi í fleiri ár ár við besta liðnum hjá H71, har hann var við til at vinna FM í 2009. Fleiri ferðir bleiv hann kosin til ársins málmann.
StÍF fegnast um, at felagið hevur fingið ein so væl skikkaðan venjara at hjálpa og menna mansliðið í tøttum samstarvi við høvuðsvenjaran og leikararnar.
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…