Ungdómsdeildirnar
Ungdómsdeildirnar spæla í vikuskiftinum (16. og 17. jan.) 2. umfar í Faxe Kondi-kappingini, sum er avgerandi fyri hvørji lið koma í hálvfinalurnar. Hesar kappingarnar verða leiktar í hallunum kring alt landið.
StÍF hevur 8 lið í kappingini til 2. umfar. Liðini spæla soleiðis:
D10: StÍF a spælir á Skála 16. januar (byrjar kl 10.00) og StÍF b spælir í Kollafirði (byrja kl 11.00).
G12: StÍF a spælir á Argjum 16. januar (byrjar kl 11.30) og StÍF b spælir í Vági (byrjar kl. 11.00).
D 12: StÍF spælir í Runavík 16. januar (byrjar kl 13.00).
D14: StÍF spælir á Skála 17. januar (byrjar kl. 14.00).
G16: StÍF spælir á Skála 16. januar (byrjar kl. 12.40).
D16: StÍF spælir í Gundadalshøllini 16. januar (byrjar kl. 12.45).
Kvinnur og menn
Faxe Kondi-kappingin hjá kvinnum byrjar leygardagin 16. januar og sunnudagin 17. januar. StÍF-kvinnurnar spæla í morgin 16. januar kl. 18.00 ímóti Kyndli í høllini á Hálsi. FM1 sigur frá dystinum. Dystaryvirlitið og bólkar sæst her.
Kappingin hjá monnunum byrjar í komandi viku, miku- og hósdagin. StÍF spælir mikukvøldið 20. januar kl. 20.00 ímóti Neistanum í høllini á Hálsi. Dystaryvirlitið og bólkar sæst her.
Nærri lýsing av skipan av kappingunum hjá monnum og kvinnum sæst her.
Allir dystir verða í løtuni leiktir uttan áskoðarar. Til dystirnar hjá bæði børnunum og teimum vaksnu eru til staðar venjarar og hjálparfólk.
Stóra finaluvikuskiftið verður 20. og 21. februar í Høllini á Hálsi.
Dystirnir hjá monnum og kvinnum kunnu síggjast á https://live.hsf.fo/
Seinastu tíðindi

Skráseting til dystir 28. februar
Okkara kvinnulið og manslið spæla landskappingardystir í høllini…

Skráseting StÍF-H71 menn 25. februar
Nú verður landskappingin tikin uppaftur. Mansliðið spælir ímóti H…

Ein drúgvur túrur í Suðri hjá G10a
G10a hava verið í Suđri og spælt dystir í vikuskiftinum. Tær spæl…

Skráseting StÍF-H71 menn 10. februar
Vit heita á allar áskoðarar til hálvfinaludystin (menn), ið verðu…