StÍF er komið í hálvfinalu. Hetta hendi, tá ið liðið í gjár vann 32-18 ímóti H71 2. Kvinnuliðið hjá StÍF skal leika tveir hálvfinaludystir ímóti H71, ein heima og ein úti.
Okkara kvinnulið hevur fleiri ferðir í hesum kappingarárinum loypt hvøkk á mótstøðulið. Og nú er greiða málið hjá StÍF at vinna hálvfinaluna og harvið koma í finaluna.
StÍF fegnast um, at landsliðsleikarin Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen hevur valt at leika við StÍF í februar. Lív er 19 ára gomul, og spælir í løtuni við Herning-Ikast Håndbold. Hon flutti til Danmarkar í 2017 fyri at ganga á hondbóltsskúla.
Lív hevur verið við til at vunnið danska meistaraheitið í U16, U17 og U19 í felagnum.
Sum støðan er nú við krøvum viðv. flyting millum feløg, kann Lív spæla sín fyrsta dyst við StÍF seinna hálvfinaludystin ímóti H71.
Um Lív S. Poulsen sigur Jón L. Rasmussen, venjari hjá kvinnuliðnum:
“Vit fegnast um at hava fingið Lív í felagið. Hon er ein skjótur høgri vongur, og hon er ein sterkur verjuleikari. Og vit vænta, at hon kemur at styrkja munandi um hópin.”
Sunnudagin 7. februar kl. 15.00 spælir StÍF ímóti H71 á Skála. Leygardagin 13. februar kl. 18.00 spælir StÍF ímóti H71 í Hoyvík.
Seinastu tíðindi

Skráseting til dystir 28. februar
Okkara kvinnulið og manslið spæla landskappingardystir í høllini…

Skráseting StÍF-H71 menn 25. februar
Nú verður landskappingin tikin uppaftur. Mansliðið spælir ímóti H…

Ein drúgvur túrur í Suðri hjá G10a
G10a hava verið í Suđri og spælt dystir í vikuskiftinum. Tær spæl…

Skráseting StÍF-H71 menn 10. februar
Vit heita á allar áskoðarar til hálvfinaludystin (menn), ið verðu…