Aftur

StÍF og Borce hava gjørt sáttmála

11 mar 2021

StÍF hevur gjørt sáttmála við Borce Markovski fyri komandi kappingarár. Borce hevur hetta kappingarárið verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF. Og hann hevur eisini verið høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaaldursbólkunum saman við hjálparvenjarum.

StÍF er væl nøgt við tað arbeiðið, sum Borce hevur gjørt fyri børn, ung og mansliðið. Borce er sera ágrýtin og hevur góðar fakligar førleikar og royndir. StÍF fegnast um, at avtala er gjørd við Borce fyri komandi kappingarár.

Um Borce Markovski
Borce Markovski er 52 ár og ættaður úr Norðurmakedonia. Hann hevur hægri útbúgving í ítrótti og heilsu. Hann hevur eisini hægstu hondbóltsvenjaraútbúgving, sum er EHF Master Coach. Hann hevur sera drúgvar og fjølbroyttar royndir sum hondbóltvenjari í Norðurmakedonia (fleiri enn 25 ár). Hann hevur verið venjari hjá kvinnuliðum í bestu deild í Norðurmekadonia við góðum úrslitum. Hann hevur eisini verið venjari hjá mansliðum í bestu deild og hjá børnum og ungum. Hann hevur verið venjari og undirvísari á hondbóltsskúla hjá hondbóltsúrmælinginum Kiril Lazarov.

Myndatekstur: Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Borce Markovski, venjari.

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…