StÍF hevur gjørt sáttmála við nýggjan venjara til besta kvinnuliðið.
Nýggi venjarin er Ljubica-Buba Hansen. Nevndin í StÍF er spent uppá samstarvið við venjaran, sum fer at byggja víðari á tær dygdir og royndir, sum besta kvinnuliðið hevur. Ljubica er sera spent uppá at fara í holt við nýggju avbjóðingina.
Hon fer eisini at vera høvuðsvenjari hjá øllum gentualdursbólkunum. Hon fer saman við hjálparvenjarum at menna gentuliðini hjá StÍF enn meira.
Ljubica er úr Makedonia. Hon hevur búð í Danmark síðan 1997. Hon er 47 ár.
Ljubica hevur drúgvar royndir sum hondbóltsleikari í heimlandinum Makedonia og í Danmark. Hon var við til at vinna fleiri meistaraheiti í bestu deild í Makedonia. Hon spældi í fleiri ár við makedonska landsliðnum.
Hon hevur verið venjari hjá fleiri barna- og ungdómsliðum í Danmark. Hon hevur eisini drúgvar royndir sum lærari at arbeiða við børnum og ungum.
Ljubica hevur universitetsútbúgving í ítrótti (lisið í Makedonia) og er útbúgvin lærari í Danmark. Hon er eisini útbúgvin fitness-instruktørur.
Jón L. Rasmussen gevst nú sum venjari eftir at hava vant kvinnuliðið í fleiri ár. Hann vann sum øllum kunnugt FM-gull við StÍF-kvinnuliðnum.
Myndatekstur:
Ljubica-Buba Hansen, nýggjur venjari StíF-kvinnunum, og Borce Markovski, sum eisini komandi kappingarár verður venjari hjá mansliðnum hjá StÍF.
StÍF
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…