Stíf hevði aðalfund 24. august. Á skránni var m.a. val av nevndarlimum. Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali. Janneth Heinesen, Elin Maria Bærentsen og Paulua Berg Høgnesen stillaðu uppaftur. Tær blivu afturvaldar í nevndina fyri eitt tvey ára skeið.
Jón L. Rasmussen stillaði ikki uppaftur. Hann hevur verið í nevndini í 10 ár. StÍF takkar hjartaliga Jón fyri tað stóra arbeiðið, sum hann hevur gjørt í nevndini. Fyri Jón bleiv Magni Jacobsen valdur í nevndina. StÍF bjóðar Magna hjartaliga vælkomin í nevndina.
Nevndin skipaði seg á nevndarfundi 7. september. Rúni Rasmussen heldur fram sum formaður, Jóannes Markná sum næstformaður, Elina Maria Bærentsen sum skrivari og Paula Berg Høgnesen sum peningarøkil.
Myndatekstur: Paula Berg Høgnesen, Elina Maria Bærentsen, Teitur V. Nilssen, Rúni Rasmussen, Jóannes Markná, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen.
Á myndini er nevndin í nýggju StÍF-limablusuni, sum júst er komin.
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…