Aftur

Marius settur sum venjari hjá StÍF-kvinnunum

30 okt 2021

Marius Joensen er nú settur sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF.

StÍF hevur í dag, 30. oktober, skrivað undir sáttmála við Marius um, at hann verður venjari hjá kvinnunum kappingarárið 2021/22.

Hann fer eisini at hava ábyrgd av øllum gentualdursbólkunum. Til hesa uppgávu hevur hann fleiri hjálparvenjarar aftrat sær.

Marius hevur verið fyribils venjari hjá kvinnunum síðan samstarvið við undanfarna venjara endaði hálvan oktober.

Marius hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum.

Hann spældi í mong ár á besta liðnum StÍF. Hann hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari.

Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum.

Marius er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr Strondum saman við familjuni.

StÍF ynskir Mariusi góða eydnu í starvinum.

 

StÍF

Marius Joensen, nýggjur høvuðsvenjari, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF.

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

03. des 2021

Koronutilmæli viðv. dystum á Skála

Føroyar eru í løtuni í gullu smittustøðuni (15-75 smittað um dagi…

01. des 2021

Ítróttarhøll á Strondum

Í mong ár hevur verið tosað um at byggja eina ítróttarhøll á Stro…

30. nov 2021

Stuðuls­tiltak 11. desember

Kvinnuliðið og mansliðið hjá StÍF skipa fyri stuðulstiltaki til f…

30. okt 2021

Marius settur sum venjari hjá StÍF-kvinnunum

Marius Joensen er nú settur sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnulið…