Marius Joensen er nú settur sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF.
StÍF hevur í dag, 30. oktober, skrivað undir sáttmála við Marius um, at hann verður venjari hjá kvinnunum kappingarárið 2021/22.
Hann fer eisini at hava ábyrgd av øllum gentualdursbólkunum. Til hesa uppgávu hevur hann fleiri hjálparvenjarar aftrat sær.
Marius hevur verið fyribils venjari hjá kvinnunum síðan samstarvið við undanfarna venjara endaði hálvan oktober.
Marius hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum.
Hann spældi í mong ár á besta liðnum StÍF. Hann hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari.
Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum.
Marius er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr Strondum saman við familjuni.
StÍF ynskir Mariusi góða eydnu í starvinum.
StÍF
Marius Joensen, nýggjur høvuðsvenjari, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF.
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…