Aftur

Stuðulstiltak 11. desember

30 nov 2021

Kvinnuliðið og mansliðið hjá StÍF skipa fyri stuðulstiltaki til frama fyri Barnabata leygardagin 11. desember.

Tiltakið verður í bygdasalinum í høllini á Skála. Byrjað verður kl 10.00.

Til tiltakið verða 5 kondisúkklur brúktar til innsavning. Man kann stuðla við at lata eina ávísa upphædd pr. súkklu ella krónutal per kilometur.

Loppumarknaður, vørutombola og kaffisøla verður. 

Umboð fyri Barnabata fer at greiða frá teirra virksemi og hvat pengarnir fara til.

Magni Christiansen fer at framføra nøkur løg.

Seinast á skránni er uppboðssølu av spælaratroyggjum hjá kvinnum og monnum. Uppboðssølan byrjar kl 19.30. 

Skrá og meira kunning um tiltakið kemur seinni á stif.fo og á Facebook. .

Nógvir hondbóltsdystir verða spældir á Skála henda dagin.

 

StÍF

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

01. feb 2024

Kvinnu­liðið fingið nýggjan leikara

Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur fingið ein nýggjan leikara, sum…

11. nov 2023

Okkara Rósing 70 ár!

Góði Rósing Hansen, Hjartaliga tillukku við teimum sjeyti í dag…

12. okt 2023

Jesper nýggjur venjari hjá StÍF

StÍF og Jesper Bak hava nú gjørt avtalu um samstarv hetta kapping…

27. sep 2023

Venjarabroyting í StÍF

Venjarabroyting er framd í StÍF. Peter Conrad Grove hevur sagt se…