Í mong ár hevur verið tosað um at byggja eina ítróttarhøll á Strondum. Nú verður farið frá práti til handling! Í júst samtyktu fíggjarætlanini hjá Sjóvar kommunu fyri 2022 er peningur settur av til at fyireika at byggja høll á Strondum.
Sjóvar kommuna skrivar soleiðis um hallarbygging (sjovar.fo):
"Ásannandi, at vit hava brúk fyri eini ítróttarhøll, hevur kommunustýrið sett 2 milliónir kr. av til at byrja fyrireikingar til at byggja eina høll á Strondum."
Sjóvar kommuna ætlar at byrja at byggja høllina í 2023.
StÍF fegnast um, at farið verður í gongd við at fyireika og byggja ítróttarhøll á Strondum. StÍF vil vera ein konstruktivur viðleikari í hesi ætlan, sum fer at geva felagnum enn betri karmar og umstøður. Høllin fer eisini at skapa trivnað og menning í nærumhvørinum.
Fólkatalið á vestar armi á Skálafjørðinum er vaksið støðugt tey seinastu árini. Frá 2015 til 2021 er fólktalið vaksið úr 1.600 til uml. 1.900, t.e. 17%.
Tørvur er á tveimum hallum á vestara armi. Høllin á Skála hevur í mong ár verið góður karmur um virksemið felagsins. Tá ið høllin á Strondum verður liðug, verða báðar hallirnar karmur um virksemið og menningina hjá Stíf. Tað er natúrligt, at Stranda Ítróttarfelag hevur atgongd til høll á Strondum.
StÍF ynskir Sjóvar kommunu góða eydnu í arbeiðinum at fyrireika og byggja høllina.
StÍF
Seinastu tíðindi

Myndir frá gallaveitsluni 30. apríl 2022
Stóra hondbóltsgalla var í bygdahúsinum á Strondum 30. apríl. Eg…

Marius heldur fram sum venjari hjá StÍF-kvinnunum
Marius Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðn…

Veteranar spældu fyri Ukraina
Nógv fólk møttu til stuðulstiltakið í høllini á Skála í gjárkvøld…

Stuðulsdystur millum StÍF og Kyndil veteranar
Hóskvøldið 31. mars skipa kvinnu- og mansliðini hjá Stíf fyri stu…