Føroyar eru í løtuni í gullu smittustøðuni (15-75 smittað um dagin í eina viku). Í løtuni eru landsins tilmæli, at 100 fólk kunnu savnast innandura við koronupassi.
Stíf fylgir, eins og onnur hondbóltsfeløg, landsins tilmælum í samband við dystir í fremstu deildum.
Hetta merkir, at til dystirnir hjá kvinnunum og monnunum í fremstu deildum, sum verða leiktir á Skála, er hetta galdandi fyri atgongd hjá áskoðarum og øðrum:
- Koppsetingarváttan (talgild ella gula koppsetingarkortið) ella
- PCR-koronukanning ikki eldri enn 72 tímar ella
- Váttan um fyrrverandi smittu seinasta árið
Hetta er galdandi fyri 15 ár og eldri.
Váttanir verða vístar fram við inngongdina til høllina.
Sí landsins tilmæli á korona.fo.
Stíf
Seinastu tíðindi

Nina skal verja málið
StÍF hevur gjørt sáttmála við málverjan Nina Abramovic. Hon verðu…

Aðalfundur 24. august
Aðalfundurin hjá StÍF verður mikukvøldið 24. august kl. 20.00 í b…

Hevur tú søguligar StÍF-myndir?
StÍF fyllir 80 ár 11. oktober í ár! Hetta fer felagið at feira á…

Myndir frá gallaveitsluni 30. apríl 2022
Stóra hondbóltsgalla var í bygdahúsinum á Strondum 30. apríl. Eg…