Vit í StÍF eru sera væl nøgd við góða umboðan í Faxe Kondi-steypafinalum í ár! Finalurnar verða spældar komandi vikuskifti (18.-20. februar) í høllini á Hálsi.
StÍF-liðini, sum hava leikt seg í finalur eru: D10 a (A-finala), G12 a (A-finala), G12 b (B-finala) og D16.
Okkara lið spæla hesar tíðir:
Fríggjadagin 18. februar
kl. 20.00: D16 (StÍF - H71)
Leygardagin 19. februar
Kl. 10.20: G12B (StÍF b - H71 b)
Kl. 12.50: D10A (StÍF a - Neistin)
KL. 13.30: G12A (StÍF a - Neistin a)
StíF fer at hava ein sølu- og fjepparabás í høllini á Hálsi, sum er fer at hava ein sannan StÍF-dám.
Kunnað verður seinni um fjepparafyrireikingar o.a.
Atgongumerki til finalurnar kunnu keypast á netinum her.
Setið x í kalendaran og komið og stuðlið okkara liðum!
Koyr á StÍF!
StÍF
Seinastu tíðindi

Myndir frá gallaveitsluni 30. apríl 2022
Stóra hondbóltsgalla var í bygdahúsinum á Strondum 30. apríl. Eg…

Marius heldur fram sum venjari hjá StÍF-kvinnunum
Marius Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðn…

Veteranar spældu fyri Ukraina
Nógv fólk møttu til stuðulstiltakið í høllini á Skála í gjárkvøld…

Stuðulsdystur millum StÍF og Kyndil veteranar
Hóskvøldið 31. mars skipa kvinnu- og mansliðini hjá Stíf fyri stu…