Aftur

Hevur tú søguligar StÍF-myndir?

15 jul 2022

StÍF fyllir 80 ár 11. oktober í ár! Hetta fer felagið at feira á ymiskan hátt.

Vit hava tørv á søguligum myndum/video, ella øðrum tilfari, sum hevur samband við virksemið hjá StÍF. Talan kann vera um  gamlar dystarmyndir, liðmyndir, myndir av áskoðunum, StÍF-lið á ferð í Føroyum og uttanlands, nevndar-limum/hjálparfólkum o.s.fr.

Hevur tú myndir ella annað tilfar, so send hetta til stif@stif.fo. Um tú ivast, um okkurt skal sendast inn, so send kortini!

Um tú hevur myndir, sum ikki eru í talgildum formi, so kanst tú seta teg í samband við Alexandur Johansen, kontaktfólk fyri søgusamskipanin til 80 ára haldið: tel 558133, alexandur.johansen@gmail.com. 

StÍF vónar, at nógv fara at senda inn myndir/tilfar.

 

StÍF

 

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…