Aftur

Stuðulsrenning 5. september

26 aug 2022

Mánadagin 5. september kl. 19.00 skipar StÍF fyri stuðulsrenning við bygdahúsið á Strondum. 

Vit renna so nógv, sum vit orka í 30 minuttir. 

Til ber at stuðla uppá tveir mátar: Antin oyru fyri meturin ella fasta stuðulsupphædd. Virðislønir verður latin til tann, sum savnar inn flestar pengar inn, og tann, sum rennur longst. 

Dømi: Gevari játtar at gjalda 2 oyru fyri meturin, og rennarin rennur 6000 m. Harvið verður upphæddin 6000*0,02 kr. = 120,00 kr. Tey flestu renna vanliga 5000-6000 metrar.

Stuðulsskjøl verða býtt út í skúlunum í nærøkinum. Stuðulsskjalið eiisni heintast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

Stuðulsskjal

Øll eru hjartaliga vælkomin at renna og at stuðla StÍF.

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…