Aftur

Nýggja nevndin til dystin fús!

26 aug 2022

Eftir aðalfundin 24. sept. hevði nýggja nevndin fund og skipaði seg. Í nevndini eru nú hesi:

Rúni Rasmussen, formaður, Egi Gothard Danielsen, næstformaður, Janneth Heinesen, kassameistari, Magni Jacobsen, nevndarlimur, og Elin Maria Bærentsen, skrivari.

Nýggja nevndin er farin til verka, og er spent at menna StÍF enn meira saman við nógvum góðum eldsálum og stuðlum.

Nevndin telur nú 5 limir í mun til 7 áðrenn aðalfundin. Sambært viðtøkum felagsins skal nevndin telja 3-7 fólk.

Formaðurin seinastu tvey árini, Rúni Rasmussen, stillaði uppaftur og bleiv afturvaldur.

Egi Gothard Danielsen stillaði upp og bleiv hann valdur.

Teitur V. Nilssen og Jóannes Markná hava sitið í eina setu, tvey ár. Teir stillaðu ikki uppaftur.

Paula Berg Høgnesen hevði boðað frá, at hon fer úr nevndini eftir trúgva tænastu í 12 ár.

StÍF takkar Teituri, Jóannesi og Paulu fyri teirra stóra arbeiði og íkast fyri felagið.

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…