StÍF hevur gjørt sáttmála við íslendska leikaran Egill Már Hjartarson fyri komandi kappingarár. Egill er 22 ára gamal. Hann spælir høgri bakkur. Egill spældi við í Íslandi við ÍR og Fjølnir seinasta kappingarár. Hann hevur leikt fleiri dystir á ungdómslandsliðum.
Egill sigur hetta um sínar væntanir fyri kappingarárið:
“Eg havi høgar vónir til kappingarárið í StÍF. Eg vil vinna FM. Ið hvussu er skulu vit vera í topp fýra. Eg meti, at vit kunnu røkka hesum, tí vit hava ein góðan og breiðan hóp, sum vil vinna. Vit skulu bara spæla væl, og so er alt opið fyri okkum”
StÍF bjóðar Egill Hjartaliga vælkomnum til StÍF.
StÍF
Myndatekstur:
Egi Gothard Danielsen, næstformaður, og Egill Már Hjartarson, leikari.
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…