Aftur

Høllin á Strondum nærkast

22 nov 2022

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt einmælt at játta 10 mió. kr. í 2023 til at projektera og byggja nýggja ítróttarhøll á Strondum! Hetta hendi mánakvøldið 21. november, tá ið fíggjarætlanin fyri 2023 endaliga varð samtykt.

StÍF fegnast um, at Sjóvar kommuna nú fer at gera dreymin um ítróttahøll til veruleika.

StÍF fylti 80 ár í oktober, og sigast má, at einmælta samtyktin at játta 10 mió. kr. (í fyrstu atløgu), er ein stórfingin føðingardagsgáva, sum StÍF takkar hjartaliga fyri!

Sjóvar kommuna hevur í ár arbeitt við hallarætlanini, og við 10 mió. kr. í 2023 fer arbeiðið av álvara í gongd at fyrireika og byggja høllina. Høllin verður staðsett sunnan fyri bygdahúsið.

Tað er sera týdningarmikið fyri framhaldandi menningina av StÍF, at nýggj og tíðarhóskandi høll nú verður bygd á Strondum. StÍF hevur veruligan tørv á einari høll aftrat høllini á Skála. At byggja ítróttarhøll er ein søguliga stór og neyðug íløga fyri kommununa, sum fer at skapa trivnað og vøkstur. Høllin verður til stórt gagn fyri borgarar, ítrótt, vinnulív og mentan.

StÍF ynskir Sjóvar kommunu góða eydnu við hesi framskygdu verkætlan, og vilja vit vera ein konstruktivur viðleikari í hesi tilgongd.


StÍF

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…