Okkara manslið spælir avgerandi útidyst ímóti Team Klaksvík í morgin sunnudagin 11. desember. Ein sigur er kravið fyri at koma í hálvfinalur í Faxe Kondi steypakappingini. Bæði liðini hava tvey stig. Team Klaksvík hevur betri málúrtøku. Hini liðini í bólkinum eru H71 og H71 2.
Dysturin verður kl 17.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Kvinnurnar spæla steypadyst kl. 19.00 í KÍ-høllini. Kvinnurnar hava ikki fingið stig enn í steypakappingini. Stjørnan skal vinna dystin fyri at tryggja pláss í hálvfinalum. Vit vænta ein spennandi dyst. Hini liðini í bólkinum eru H71 og VÍF.
Komið og stuðlið okkara monnum og kvinnum í morgin! Tykkara stuðul ger stóran mun!
Møtið í góðari tíð fyri at fáa gott pláss. Vit vænta at síggja nógvar ídnar StÍF´arar!
Koyr á StÍF!
Kunning: Atgongumerkini kosta 80 kr. Atgongd er ókeypis fyri tey, sum eru 16 ára og yngri.
StÍF
Seinastu tíðindi

80 ára gallaveitsla
80 ára gallaveitsla verður í bygdahúsinum á Strondum leygarkvøldi…

Avgerandi dystur í Klaksvík
Okkara manslið spælir avgerandi útidyst ímóti Team Klaksvík í mor…

Høllin á Strondum nærkast
Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt einmælt at játta 10…

80 ára blusur fyri 80 kr!
StÍF fylti 80 ár 11. oktober í ár, og tí valdu vit at gera 80 ára…