Aftur

St.Í.F. sendir neyðhjálp til Turkaland

08 feb 2023

Myndarøð

St.Í.F. hevur tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í teimum hart raktu økjunum í Turkalandi.

Okkara høvusðvenjari Berkan Otman er úr Turkalandi. Hann býr í Føroyum saman við konu síni Manolya og tveimum synum. Berkan hevur fleiri vinfólk í vanlukkuøkinum, sum eru rakt av sorgarleikinum; og hann hevur samband við vinfólk á staðnum.

Sera stórur tørvur er á heitum klæðum til børn og vaksin, tí kalt er. Óteljandi fólk hava mist hús og heim.

St.Í.F. hevur saman við rumeniahjálpini á Strondum pakkað og gjørt stórar 10 eskjur klárar at senda avstað við flogfrakt. Í eskjunum eru góð og heit klæði, teppi, jakkar, sápa o.a.

Turkiska sendistovuna í Keypmannahavn skipar fyri, at hjálpin verður flogin sum skjótast úr Keypamannahavn til Turkalands og førd víðari til vanlukkuøkini.

Flutningsfelagið Nor Link hevur átikið sær at flyta neyðhjálpina til Keypmannahavnar við flogfrakt sum skjótast.

Neyðhjálpin fer úr Føroyum í hesi vikuni, og gongst sum ætlað, kemur hjálpin til tey neyðstøddu um fáar dagar.

Støðan í suðurturkalandi og har vesturi í Sýria er syndarlig og desperat. Fleiri enn 10.000 fólk hava higartil latið lív, og milliónir av mennksjum er rakt av avleiðingunum av jarðskjálvtunum.

Um hetta hjálparátak sigur formaðurin í St.Í.F. Rúni Rasmussen:

“Vit hava djúpa samkenslu teimum, sum eru rakt av syrgiligu støðuni. Okkara venjari Berkan Otman er úr Turkalandi og hevur vinfólk, sum eru rakt jarðskjálvtunum. Hann hevur vinir, sum ikki eru komnir afturíaftur. Vit í St.Í.F. hava valt at gera eina roynd at hjálpa sum skjótast við heitum klæðum. Saman við eskjunum hava vit sent eina heilsan á turkiskum. Okkara vón er, at hjálpin fer at gera stóran mun fyri tey menniskju, sum móttaka hesa hjálpina úr Føroyum.”


St.Í.F.

Myndatekstur: Berkan Otman, høvuðsvenjari hjá Stíf, og konan Manolya Otman.

 

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…