Aftur

Savna inn klæði til Turkaland

10 feb 2023

St.Í.F. hevur saman við rumeniahjálpini á Strondum tikið stig til at savna inn klæði til fólkini í teimum hart raktu økjunum í Turkalandi.

Sera stórur tørvur er á heitum klæðum til børn og vaksin, tí kalt er. Óteljandi fólk hava mist hús og heim.

Tørvur er á heitum klæðum (børn og vaksin), t.d. teppum, troyggjum, húgvum, hosum, jakkum, regnklæðum. Eisin er stórur tørvur á sápu.

Til ber at koma við klæðum og sápu v.m. leygardagin 11. februar millum kl 14.00-18.00 í hølunum hjá rumeniahjálpini á Strondum, Strandatún 9 (inngongd í sunnara enda).

Rumeniahjálpina heldur til her (merkt við reyðum):

St.Í.F.

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

05. mar 2023

Jústines heiðurslimur

Jústines L. Justinussen er nú heiðurslimur í St.Í.F. Hetta hendi…

10. feb 2023

Keypið atgongumerki til 80 ára gallaveitsluna!

Skundið tykkum og keypið atgongumerki til 80 ára gallaveitsluna,…

10. feb 2023

Savna inn klæði til Turkaland

St.Í.F. hevur saman við rumeniahjálpini á Strondum tikið stig til…

08. feb 2023

St.Í.F. sendir neyðhjálp til Turkaland

St.Í.F. hevur tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í tei…