Skundið tykkum og keypið atgongumerki til 80 ára gallaveitsluna, sum verður 4.mars!
Freistin at melda til er mándadagin 20. februar!!
Tit fáa bjóðað:
- Vælkomstdrykk
- Forrættur: Asparges-suppu
- Høvuðsrættur: Oksakjøt við krydd- og rómaeplum, grønmeti og sós.
- Desert: Strandaísur
Á skránni verður m.a.:
Røða, skemt, felagssangur.
Eftir borðhaldið verður dansur, har Martin Sømark spælir og syngur 80’ara løg.
Møguleiki verður at keypa drykkjuvørur.
Tit kunnu ogna tykkum atgongumerki á 480 kr í Stranda Sentrum, ella við at venda tykkum til:
Sunfríð tlf 741615 ella Jón tlf 221558.
Møguleiki verður at keypa atgongumerki til 80 ára Gallaveitsluna í høllini á Skála sunnudagin 12. februar frá Jón, tá bæði kvinnur (kl 14) og menn (kl 16) spæla dyst ímóti VÍF.
Aldursmarkið til veitsluna er 16 ár.
Veitslunevndin
Seinastu tíðindi

Jústines heiðurslimur
Jústines L. Justinussen er nú heiðurslimur í St.Í.F. Hetta hendi…

Keypið atgongumerki til 80 ára gallaveitsluna!
Skundið tykkum og keypið atgongumerki til 80 ára gallaveitsluna,…

Savna inn klæði til Turkaland
St.Í.F. hevur saman við rumeniahjálpini á Strondum tikið stig til…

St.Í.F. sendir neyðhjálp til Turkaland
St.Í.F. hevur tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í tei…