Aftur

Jústines heiðurslimur

05 mar 2023

Jústines L. Justinussen er nú heiðurslimur í St.Í.F. Hetta hendi á 80 ára gallaveitsluni, sum bleiv hildin í bygdahúsinum á Strondum í gjárkvøldi 4. mars.

Fagnaðurin var sera stórur, tá ið formaðurin Rúni Rasmussen kunngjørdi, at avgjørt var at tilnevna hann sum heiðurslim í St.Í.F.

Eitt heiðursskjal bleiv handað hondum við hesum teksti: “Við hesum verður váttað, at Jústines Leivssonur Justinussen er kosin av nevndini í St.Í.F. at vera heiðurslimur í Stranda Ítróttafelag. Hesin heiður verður latin Jústinesi Leivssyni Justinussen fyri hansara framúr og trúfasta arbeiði fyri St.Í.F. í mong ár sum leikari, venjari og ágrýtin stuðul.”

Jústines hevur verið og er framvegis sera virkin í St.Í.F. Hann er venjari hjá D14 og G10, og hann er altíð fúsur at hjálpa til og at leggja børnum og ungum lag á.

Í gjárkvøldi fekk hann eisini eitt lívstíðarkort. Hetta kortið gevur atgongd til allar heimadystir hjá St.Í.F. alt lívið.

St.Í.F. ynskir Jústinesi hjartaliga tillukku við heitinum sum heiðurslimur í felagnum.

 

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

05. mar 2023

Jústines heiðurslimur

Jústines L. Justinussen er nú heiðurslimur í St.Í.F. Hetta hendi…

10. feb 2023

Keypið atgongumerki til 80 ára gallaveitsluna!

Skundið tykkum og keypið atgongumerki til 80 ára gallaveitsluna,…

10. feb 2023

Savna inn klæði til Turkaland

St.Í.F. hevur saman við rumeniahjálpini á Strondum tikið stig til…

08. feb 2023

St.Í.F. sendir neyðhjálp til Turkaland

St.Í.F. hevur tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í tei…