Myndarøð
Týsdagin 4. apríl var stórt felags endatiltak fyri øll barna- og ungdómslið hjá StÍF. Neondystir vóru í høllini á Skála. Høllin bleiv sløkt og ultraviolett (UV)-ljós fingu bólt, mál, strikur og leikarar til at lýsa! Ein festligur máti at spæla hondbólt og at enda hetta kappingarárið við. Børn, ung og vaksin hugnaðu sær saman.
Á leið 160 leikarar vóru við, býttir á 26 lið frá U8-U16. 26 venjarar vóru og tveir dómarar hildu væl skil á.
Nógvar fyrireikingar skulu tit fyri at kunna halda eitt so stórt tiltak. Nakrar av uppgávunumvóru at klistra neontape á vøll og mál, seta ultraviolett (UV)-ljós upp í loftið í høllini, halda skil á øllum liðunum í hálvmyrkri, døming, seta lið, gera kaffi, døgurða, vaska upp og rudda.
Ein DJ´ari var til tiltakið, sum við fangandi tónleiki og effektum setti sín festliga dám á tiltakið.
Øll foreldur fingið bjóðað kaffi og kaku, og øll vóru sjálvandi vælkomin at hyggja eftir øllum liðunum.
Aldursbólkarnir fingu døgurða í kaféteriuni, tá tey vóru liðug at spæla. Foreldrini í ymisku árgangunum skipaðu hetta sera væl og ruddaðu og vaskaðu upp eftir hvønn árgang.
Stigtakar til tiltakið vóru Alexandur Johansen, Guðrun Ólavsdóttir og Sólvá í Selvindi.
Nevndin í StÍF takkar fyriskiparunum og øllum teimum sjálvbondu fyri eitt megnar arbeiði henda dagin, uttan tykkum var einki tiltak, og uttan tykkum var einki StÍF! Hjartans takk!
Seinastu tíðindi
Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…
Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…
Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…
Stuðulsrenning og tilmeldingardagur
Aftur í ár skipar Stíf fyri stuðulsrenning, sum verður hósdagin 5…