StÍF og Natasja Hammer hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár.
Natasja er 20 ár og spælir á vinstra bakki. Hon hevur hevur seinastu tvey kappingarárini leikt í bestu deild í Íslandi við Haukum. Hon hevur gjørt vart við seg í Íslandi og var við til at tryggja Haukum pláss í hálvfinalum. Hon er á føroyska A-landsliðnum.
Um nýggja samstarvið við StÍF sigur Natasja:”Eg eri spent til eina nýggja avbjóðing í StÍF. Eg havi valt at spæla við StÍF, tí eg síggi góðar møguleikar fyri at mennast sum leikari í felagnum.”
Dan M. Jürgensen, høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum, sigur um Natasju:
“Vit í StÍF er fegin um, at Natasja hevur valt at spæla fyri okkara felag, og vit gleða okkum at síggja hennara íkast til at styrkja liðið. Sum venjari eri eg spentur at hjálpa Natasju at menna hennara førleikar, á vøllinum og uttan fyri vøllin, í strembanini at røkka hennara málum.”
StÍF er eitt felag í menning og bjóðar leikarum vælkomnum til StíF at mennast og at gerast partur av einum felagsskapi, sum raðfestir menning, trivnað og úrslit.
Myndatekstur: Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Natasja Hammer, leikari.
Seinastu tíðindi

Kasper spælir fyri StÍF
StÍF hevur gjørt ein sáttmála aftrat við danskan leikaran, Kasper…

Mikkel komin til StÍF
StÍF hevur gjørt sáttmála við danska leikaran Mikkel Søndergaard.…

Tilmelding til kappingarárið 2023/24
Tilmelding hjá StÍF til kappingarárið 2023/24 er nú opin! Tilmeld…

Felags foreldrafundur 7. september
Felags foreldrafundur verður hóskvøldið 7. september kl 20.00 í b…