Aftur

Nýggjur venjari hjá mansliðnum hjá StÍF

18 jul 2023

StÍF og Peter Conrad Grove hava gjørt avtalu um samstarv komandi kappingarár.

Peter verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF. Hann verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaaldursbólkunum. Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar.

Peter er 33 ára gamal og kemur frá Odder, har hann fyrr hevur spælt hondbólt og verið venjari. Peter byrjaði sum venjari sum 15 ára gamal. Hann hevur fjølbroyttar venjararoyndir í Danmark. Hann hevur vant ungdómselitulið og vaksin, menn og kvinnur.

Hann hevur DHF divisiónsvenjaraprógv. Hann er útbúgvin lærari í donskum og religión.

Um samstarvið við StÍF sigur Peter:” Eg gleði meg at koma til StÍF og at koma í gongd, og eg vóni at eg kann vera við til at menna hondbóltin í StÍF.”

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, sigur um komandi samstarvið við nýggja høvusðvenjara:”Vit eru spent at samstarva við Peter um at menna okkara felag enn meira. Vit vænta, at mansliðið og dreingjaliðini verða ment enn meira og at Peter verður við til at skapa trivnað og eitt kveikjandi umhvørvi, sum gevur úrslit.”

Berkan Otman var høvuðsvenjari hjá mansliðnum og dreingjaliðunum seinasta kappingarár, og ætlanin var, at hann skulid halda fram, men tíverri noyddist hann at enda samstarvið grundað á persónlig viðurskifti. StÍF takkar Berkan fyri hansara dygga arbeiði fyri felagið.

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…