Vit leita eftir hjálparvenjara til okkara fremsta kvinnulið.
Uppgávurnar hjá hjálparvenjaranum eru í høvuðsheitum at hjálpa til við venjingum hjá besta liðnum í tøttum samráði og samstarvi við høvuðsvenjaran. Hjálparvenjarin hjálpir við at fyrireika venjingar og at fremja tær.
Høvuðsvenjarin hevur høvuðsábyrgdina í øllum dystum hjá SMS-liði StÍF’s, bæði í lands- og steypakappingini. Leikluturin hjá hjálparvenjaranum er at hjálpa, stuðla og ráðgeva høvuðsvenjaranum og leikarunum í samband við nevndu dystir.
Hevur tú áhuga og viðkomandi royndir, ert tú vælkomin at kontakta okkum.
Freistin at boða frá áhuga er leygardagin 5. august kl 18.00.
Ítróttasamsýning verður veitt.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at kontakta Rúna Rasmussen (tel 224021) ella Ega G. Danielsen (tel 222391). Tú kanst eisini senda t-post til stif@stif.fo.
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…