Aftur

Stuðulsrenning 4. september

23 aug 2023

Mánadagin 4. september kl. 19.00 skipar StÍF fyri stuðulsrenning við bygdahúsið á Strondum. 

Vit renna so nógv, sum vit orka í 30 minuttir. 

Stuðlað verður við at áseta fasta stuðulsupphædd fyri ein ella fleiri rennarar. Møguleiki er ikki, sum fyrr, at stuðla við ávísum tali av oyrum fyrir hvønn metur.

Tað er bert møguleiki at stuðla við flyting á kontu 9181-5038687 (minnist til at skriva hvørjum rennara tit stuðla). Ella at lata eina kontanta upphædd saman við stuðulsskjalinum (sí niðanfyri).

Møguleiki er eisini gjalda við korti í bygdahúsinum, har vit hava terminal. Allir peningastovnarnir í Føroyum eru farnir frá at avgreiða flytingaráheitanir á pappírslepum.

Virðislønir verður latin til tann, sum savnar inn flestar pengar inn, og tann, sum rennur longst. 

Stuðulsskjøl verða býtt út í skúlunum í nærøkinum. Stuðulsskjalið kann eisini heintast við at trýsta á leinkjuna:

Stuðulsskjal

Øll eru hjartaliga vælkomin at renna og at stuðla StÍF.

Viðv tilmelding til komandi kappingarár verður kunnað um tað í næstum. Tað verður lætt og skjótt at melda til online eins og undanfarin ár. Fylg við á stif.fo og á Facebook.

 

Skrivað: Rúni Rasmussen

Seinastu tíðindi

03. sep 2023

Kasper spælir fyri StÍF

StÍF hevur gjørt ein sáttmála aftrat við danskan leikaran, Kasper…

03. sep 2023

Mikkel komin til StÍF

StÍF hevur gjørt sáttmála við danska leikaran Mikkel Søndergaard.…

01. sep 2023

Tilmelding til kappingarárið 2023/­24

Tilmelding hjá StÍF til kappingarárið 2023/24 er nú opin! Tilmeld…

31. aug 2023

Felags foreldrafundur 7. september

Felags foreldrafundur verður hóskvøldið 7. september kl 20.00 í b…