Aftur

Stuðulsrenning og tilmeldingardagur

21 aug 2024

Aftur í ár skipar Stíf fyri stuðulsrenning, sum verður hósdagin 5. september kl. 19.00 við bygdahúsið á Strondum. 

Vit renna so nógv, sum vit orka í 30 minuttir. 

Stuðlað verður við at áseta fasta stuðulsupphædd fyri ein ella fleiri rennarar. Møguleiki er ikki, sum fyrr, at stuðla við ávísum tali av oyrum fyri hvønn metur.

Tað er bert møguleiki at stuðla við flyting á kontu 9181-5038687 (minnist til at skriva hvørjum rennara tit stuðla). Ella at lata eina kontanta upphædd saman við stuðulsskjalinum (sí niðanfyri).

Møguleiki er eisini gjalda við korti í bygdahúsinum, har vit hava terminal. Allir peningastovnarnir í Føroyum eru farnir frá at avgreiða flytingaráheitanir á pappírslepum.

Virðislønir verður latin til tann, sum savnar inn flestar pengar inn, og tann, sum rennur longst. 

Stuðulsskjøl verða býtt út í skúlunum í nærøkinum. Stuðulsskjalið kann eisini heintast við at trýsta á leinkjuna:

Stuðulsskjal

Øll eru hjartaliga vælkomin at renna og at stuðla StÍF. Eisini verður saft, kaffi, te og okkurt afturvið at fáa. 

GG! Tilmeldingardagur verður samstundis. 

Skrivað: Simona Paula á Fríðriksmørk

Seinastu tíðindi

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…

21. aug 2024

Stuðuls­renning og tilmeldingardagur

Aftur í ár skipar Stíf fyri stuðulsrenning, sum verður hósdagin 5…